Bumbuhóttan rakar føroyska sendistovu

Í morgun varð ein bumbuhóttan í bygninginum við síðuna av føroysku sendistovuni í Bruxelles.

Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo

Danska ES-umboðanin mátti í morgun fara úr skrivstovunum í Bruxelles eftir at tey høvdu fingið eina bumbuhóttan.

Tað upplýsir Ritzau.

Sambært danska ekstrablaðnum var talan um falskan alarm.

Men bumbuhóttanin hevur eisini ávirkað føroysku sendistovuna í Bruxelles, sum heldur til í bygningi nummar 71, sum liggur beint við síðuna av bygningi nummar 69 í Rue d´Arlon.

Føroysku starvsfólkini, sum eftir ætlan skuldu møta klokkan hálvgum tíggju lokala tíð, fingu sms-boð um, at bygningurin varð stongdur vegna bumbuhóttan.

Men sum skilst skuldi alt lata uppaftur sum vanligt nú á døgurða.