Bumbuhóttan ímóti vøruhúsi í Bergen

Vøruhúsið IKEA í Åsane (myndin) er í løtuni manntómt, eftir at ein persónur hótti við hesum á spurnarteiginum á heimasíðu teirra.

Hóttanin varð sett fram beint eftir klokkan 10 lokala tíð í morgun.

- Vit valdu at lata bygningin aftur fyribils. Hjá okkum er trygdin altíð fremst, sigur stjórin í vøruhúsinum, Odd Rune Bjørge við Bergens Tidende.

Stutt eftir fekk løgreglan boðini um bumbuhóttanina, og nú verður bíðað eftir bumbuhundum úr Oslo sum skulu leita ígjøgnum alt vøruhúsið fyri at vita um teir finna nakað.

- Vit vita ikki enn, hvør er komin við hesi hóttanini, men vit arbeiða eisini við hesum, sigur operasjóns-leiðarin, Asbjørn Andersen við VG-Nett.

Enn er ógreitt, nær vøruhúsið fer at lata uppaftur.