Í dag kom ein bumbuhóttan móti SAS flogfari, sum skuldi fara úr Arlanda í Stokkhólmi til London. Sambært Aftonbladet ringdi onkur og segði, at flogfarið var bumbuhótt.
- Samrøðan varð tikin upp. Tað tóktist, sum ringt varð úr útlandinum og ikki úr Svøríki, sigur vaktleiðarin, Fredrik Ermin, sum starvast hjá løgregludeildini í Arlanda.
Aftonbladet skrivar, at fráferðin við nevnda SAS flogfari varð avlýst, og hond varð tikin um ferðafólkini, sum skuldu við flogfarinum til London.
- Ferðafólkini eru nú bókað við øðrum flogførum til London. Hendingin hevur ikki ávirkað aðra flogferðslu ella virksemi í Arlanda, verður upplýst av flogvøllinum.