Ein maður bleiv handtikin í gjár fyri at hótta at bresta eina bumbu í Hvítu Húsunum.
Tað skriva útlendskir fjølmiðlar í morgun.
Hvítu Húsini í Washington fáa bumbuhóttanir so at siga hvønn dag, men hesin maðuri møtti á staðnum og segði seg hava eina bumbu, ið hann vildi bresta. Hann bleiv handtikin á staðnum, men søgur siga einki um hóttanin var verulig og um maðurin veruliga hevði eina bumbu uppi á sær.
Dagin fyri var ein maður handtikin fyri at royna at bróta inn á økið hjá forsetanum og fríggjadagin bleiv ein telda stolin úr einum bili hjá Donald Trump, har millum annað upplýsingar um kanningina av Hillary Clinton var á.