Bretsku myndugleikarnir hava flutt 500 fólk av einum oljupalli í Norðsjónum eftir eina bumbuhóttan BBC sigur, at 14 tyrlur og eitt flogfar hava verið uppi í bjargingartiltakinum, og at umleið 500 fólk eru flutt av oljupallinum ?Safe Scandinavia?, sum er einar 110 fjórðingar í landnyrðing úr Aberdeen. Fólkini vórðu flutt til aðrar pallar, og sum skilst fekk eingin skaða.
Sky News sigur, at ein kvinna ringdi og boðaði frá, at ein bumba var á ?Safe Scandinavia?, men bretsku myndugleikarnir siga, at hendingin hevur ikki samband við yvirgang. Verjumálaráðið í London sigur, at tað hevur sent bumbuserfrøðingar út á pallin.
Tað er felagið ProSafe, sum hevur heimstað í Oslo, ið rekur ?Safe Scandinavia?.