Løgreglan í Keypmannahavn sendi fyrrapartin servandar bumbuhundar til Nørrebro-Stokstøðina, eftir at ein maður hevði ringt og boðað frá, at ein bumba lá á støðini. Maðurin, sum tosaði danskt, segði, nær bumban fór at bresta, og hóast tann tíðin er farin, heldur løgreglan fram við leitingini, sigur Jens Kristiansen, sum er vaktleiðari hjá løgregluni í Keypmannahavn.
Tokini koyra sum vant fram við støðini á Nørrebro, men tey sleppa ikki at steðga har.
Klokkan var júst farin av hálvgum tólv, tá maðurin ringdi og hótti við bumbuni.
Løgreglan var skjót á staðið og byrgdi tað av.