Bumbuhóttan í Bornholm

Danske Bank í bæði Rønne og Nexø fingu bumbuhóttan í morgun.

Servandir løgreglumenn við bumbuhundum hava leitað í báðum bankadeildunum í Bornholm. Tíbetur funnu teir einki, skrivar tv2.dk

Torgini kring bankadeildirnar vórðu avbyrgd, og fólk vórðu biðin um at fara úr bygningunum har rundanum. Men nú kanningin er av, og einki varð funnið, sleppa tey aftur hagar. Bankadeildirnar eru tó stongdar fyri dagin.

Løgreglan veit enn ikki, hvør stendur aftan fyri bumbuhóttanirnar, ið vórðu sendar sum teldubræv.

Teldubrævið er latið høvuðssætinum hjá Danske Bank. Har stendur, at deildirnar í Bornholm verða sprongdar í luftina, men ikki nær tað skuldi henda.

(Mynd: DR/Knud Emil Thovtrup)