Bilurin við bumbuni, sum brast uttan fyri stjórnarhúsini í Oslo seinasta fríggjadag, stóð í býnum næstan tvey samdøgur, áðrenn bumban brast. Tað skrivar norska blaðið Teknisk Ukeblad. Blaðið sigur seg hava upplýsingar um, at Breivik koyrdi bilin úr Rena, har hann búði, til Oslo klokkan 10 mikukvøldið tann 20. juli. Dagin eftir koyrdi hann bilin inn í miðbýin.
Í dagbók síni skrivar Anders Behring Breivik, at hann hevði leigað ein VW-bil tann 15. juli, og at tað tók nakrar dagar at fáa spreingievnið í bilin og at gera alt klárt.