Bumbuatsókn í Algeria kravt 43 mannalív

Ein sjálvmorðsatsókn at einum løgregluskúla í Algeria fyrrapartin hevur kravt minst 43 mannalív. 38 onnur eru særd Algeriska uttanríkisráðið sigur, at álopsmaðurin var í einum bili, sum var fullur av spreingievnum, og at maðurin sprongdi bilin í luftina við høvuðsdyrnar á løgregluskúlanum í býnum Issere.

Hetta er onnur atsóknin í Algeria síðani vikuskiftið. Sunnudagin doyðu 11 trygdarhermenn, tá víðgongdir islamistar søktu at einari trygdardeild har eysturi í landinum.