Løgreglan í Keypmannahavn hevur steðgað allari ferðslu til og frá Høvuðsjarnbreytarstøðini, eftir at fólk vóru komin fram á ein pakka, sum tvey fólk høvdu sett frá sær.
Vitni hava sagt, at ein maður og ein kvinna við arabiskari útsjónd settu pakkan frá sær, áðrenn tey fóru í eitt tok, sum skuldi til Svøríkis, men at tey fóru úr tokinum, áðrenn tað fór avstað. Sambært vitnunum hordu tey kvinnuna spyrja mannin, um pakkin stóð har, sum hann skuldi standa. Vitnini sóu eisini, at kvinnan sveittaði.
Sambært fjølmiðlunum er løgreglan nú í ferð við at kanna, hvat er í pakkanum.










