Í minsta lagi fýra dólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður søkti at skrivstovuni hjá sjónvarpsstøðini Al Arabiya í Bagdad í morgun. Irakska innanríkisráðið sigur, at sjálvmorðsbumbumaðurin sat í einum vørubili.
Al Arabiya sigur, at einki tíðindafólk var á skrivstovuni, tá álopið var, men myndugleikarnir siga, at bumban kravdi kortini fýra mannalív, og 16 fólk vórðu særd.
Iraksku trygdarmyndugleikarnir hava staðið tilbúnir síðani valið tann 7. mars. Valið gav ongan greiðan vinnara, men elvdi til at politiskt tómrúm, skrivar AP.










