Javnaðarflokkurin hevur havt sína stórheitstíð. Tað var á valinum í 1958, at Javnaðarflokkurin fekk gjøgnumbrotið við fólkapensjónini. Tá vaks flokkurin úr 19,7 prosentum til 25,8 og fór frá fimm til átta tingmenn. Við hesum gjørdist Javnaðarflokkurin størsti flokkur, fekk løgmann og helt støðuna sum størsti flokkur næstu 20 árini.
Hóast Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin onkur skifti í áttatiárunum vóru størri, so helt Javnaðarflokkurin sær í oddinum - og gjørist nógv størstur á valinum í 1990, tá flokkurin fekk 10 umboð vald á ting.
Men í 1994, tá javnaðarfólk og fakfelagsfólk vendu flokkinum bakið og stovnaðu Verkamannafylkingina, fór flokkurin í knús. Hann misti helmingin av undirtøkuni og fekk einast fimm fólk vald. Í 1998 gekk betur, flokkurin vann sær tvey umboð afturat, men síðani hevur bara gingið aftur, um enn ongantíð so illa, sum veljarakanningin nú boðar frá.
Fyri at finna eitt so vánaligt úrslit hjá Javnaðarflokkinum, so skulu vit leita aftur til tvey tey fyrstu valini hjá flokkinum - í 1928 og 1932, tá flokkurin fekk góð 10 prosent. Flokkurin er bumbaður 78 ár aftur í tíðina hvat undirtøku viðvíkur.
eirikur@sosialurin.fo