Bumba undir samstarv

Verður landsfundarsamtykt Javnaðarfloksins ein bumba undir tvørpolitiska samstarvið um nýggja pensjónskipan?

Í fundarsamtykt frá landsfundi Javnaðarfloksins verður sagt um Eftirlønarnýskipan.
Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at fremja eina eftirlønarskipan, sum fleiri undanfarnar samgongur hava roynt (men ikki megnaðu, mín viðmerking).
Hví er alneyðugt at kunngera føroyingum, at tað verða fingramerki Javnaðarfloksins, sum mynda eina nýggja pensjónskipan, tá hendan verður viðgjørd tvørpolitiskt, og roynt verður at finna fram til eina felags semju sum allir flokkar javnbjóðis kunnu taka undir við?
Serliga óheppin er fráboðanin, nú fyrsti hoyringsfundur við arbeiðsmarknaðin og avarðandi partar er avtalaður at verða mánadagin.


Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin
Limur í tvørpolitiska eftirlønarbólkinum