Aling
Skotska alivinnan er ikki eins kappingarfør og tann føroyska. Vit megna nevniliga at framleiða alifisk bíligari enn skotar, og tað ger, at vit í fyrstu syftu hava ein fyrimun fram um grannarnar á bretska meginlandinum. Geografiska fjarstøðan og vantandi heimamarknaðurin hjá okkum gevur ivaleyst skotum nakrar fyrimunir, tá ið ræður um sjálvan útflutningin.
Við tað, at skotar ikki eru eins kappingarførir og vit, hava teir tvey í at "velja". Antin noyðast teir at framleiða alifiskin bíligari - ella øðrum lagi kunnu teir gera sítt til at gera okkum minni kappingarførar.
Skotar hava so í øllum førum valt tað seinna - at ákæra føroyingar yvirfyri ES fyri at selja alifisk fyri dumpingprísir.
Tað kann merkja - um skotar hava eydnuna við sær og fáa viðhald í síni kæru - at tollur verður lagdur á allan tann føroyska útflutningin av alifiski. Um so verður, verða vit sjálvsagt minni kappingarførir. Hetta kunnu skotar gera, tí teir eru limir í ES og hava amboðini til tess.
Regin Jacobsen sigur, at skotar soleiðis fingu ES at reisa dumpingákæru móti norskum alarum. Úrslitið gjørdist, at 5% tollur bleiv lagdur á allan norskan laks, sum verður seldur til ES.
- Tað er greitt, at skotar vilja gera tað truplari hjá okkum at koma inn á marknaðin, sigur hann.
Í Brússell
- Eftir at skotar klagaðu føroyskar alarar fyri at selja alifisk fyri dumpingprísir, avgjørdi ES tann 19. juli í ár kanna sakina. Í august valdu teir at kanna trý føroysk alifeløg sum eina stakroynd av føroysku alivinnuni. Henda kanning varð liðug fyrst í november í ár. ES hevur eisini eftirkannað, at spurnarbløðini, sum føroysku alararnir fingu, eru rætt útfylt.
Regin sigur, at týsdagin í síðstu viku var ein nevnd, umboðandi tey trý alifeløgini, sum eru við í kanningini, umframt Havbúnaðarfelagið, í Brússel og legði føroysku sjónarmiðini fram í samband við kæruna.
Sjálvur var Regin við á hesi ferðini.
- Tað, sum ES nú ger, er, at teir kanna, um hald er í teimum kærupunktunum, sum skotar hava sett fram, og her hevur ES eina fasta mannagongd, tá ið talan er um dumpingákærur.
Hann sigur, at ES í seinasta lagi, 19. apríl, skal hava boðað føroysku alarunum frá, hvør teirra niðurstøða er.
- Men vit vænta, at okkurt verður at frætta um málið longu í desember ella januar, hvussu ES metir støðuna.
Regin sigur, at Havbúnaðarfelagið hevur gjørt avtalu við eitt dugnaligt sakførarafelag í Brússel, sum koyrir málið fyri føroyingar. Hetta felag hevur tikið sær av fleiri slíkum málum fyri onnur lond og veit tískil, hvat málið snýr seg um.
- Tað er soleiðis, at tey trý alifeløgini, sum eru við í kanningini hjá ES, verða viðgjørd hvørt sær. Sostatt kann eitt felag hava nøkur tøl at vísa á, og okkurt annað felag nøkur onnur tøl.
Hampiliga tryggir
- Vit halda ikki, at føroysku alifeløgini hava nakra dumping, so vit kenna okkum
hampiliga tryggar. Men tað er ikki lætt at standa yvirfyri einum pappírsveldi sum ES í slíkum máli í eini tíð, har marknaðurin hevur verið so trupul.
Regin sigur, at skuldi ES kortini komið til ta niðurstøðu, at vit hava dumpað prísirnar, kunnu vit rokna við einum tolli á føroyskum alifiski uppá 5% eini 5 ár fram í tíðina.
- Men eg vænti tó, at vit koma væl burtur úr hesum máli. Hinvegin kann ein slík støða saktans taka seg uppaftur um eini 2-3 ár - alt eftir, hvussu marknaðarstøðan verður til ta tíð. Skotar kunnu jú altíð ákæra okkum aftur, tá ið marknaðurin er trupul. Sostatt kunnu dumpingákærur gerast eitt afturvendandi fyribrygdi hjá føroysku alivinnuni.
Hann sigur, at tá ið prísurin er lágur, kunnu føroyskir alarar antin velja at selja laksin fyri tann prís, ið fæst fyri fiskin - ella lata vera at selja hann, men tað ber heldur ikki til í longdini.
- Einaferð gerast ringarnir fullir av laksi, og tá verður tú noyddur at taka úr teimum, sigur Regin.
Tað absurda
Føroyar hava fríhandilsavtalu við ES, og tað merkir, at vit hava ongan minstaprís fyri laks.
- Men WTO-reglurnar siga, at tú hevur ikki loyvi at dumpa eina vøru inn í annað land fyri minni enn tað, hon kostar at framleiða. Halda skotar, at tað er hetta, sum føroyskir alarar hava gjørt, noyðast teir eisini at prógva, at teir hava ligið skaða av hesum, sigur Regin.
Hann vísir á, at í øðrum londum, har tey hava ein heimamarknað, verður hesin vanliga brúktur sum barometur fyri prísunum til útflutnings.
- Men tá ið vit ongan heimamarknað hava, verður í staðin hugt at kostprísunum. Síðan siga teir, hvussu stórur vinningurin eigur at vera, og hesum eru vit ikki harrar yvir. Hava vit ikki ein vinning, tá ið laksurin verður útfluttur, sum er t.d. 10% ella 20%, kann ES siga, at vit dumpa vørurnar. Hvussu teir gera sínar útrokningar, vita vit ikki. Sostatt kann ES avgera nógv sjálvt.
Tað absurda í hesum málinum, sigur Regin Jacobsen, er, at størsti parturin av føroyska laksinum fer til Danmarkar.
- Tískil kunnu vit, um ES gevur skotum viðhald, koma at gjalda eini 5% í tolli av vøru, sum fer til ein annan part av ríkinum, sigur stjórin á Bakkafrost.










