Bumbaðu mál í Tripoli

Fleiri bumbur og rakettir brustu í nátt ymsastaðni í libyska høvuðsstaðnum Tripoli. Ein tíðindamaður hjá fronsku tíðindastovuni AFP, sum er í Tripoli, sigur, at fleiri spreingingar vóru við høvuðsstøðina hjá Muammar Gaddafi har suðuri í býnum.

Reuters skrivar frá sínum tíðindamanni í Tripoli, at libyska loftverjan skjeyt eftir flogførunum, sum bumbaðu mál í býnum.

Almenna libyska sjónvarpið hevur váttað álopini á høvuðsstaðin. Sjónvarpið sigur, at sum er bendir einki á nakran steðg í bumbuálopunum. Sjónvarpið sigur, at nógv fólk eru komin til Tripoli í dag at vísa, at tey styðja Gaddafi, og at tey eru til reiðar at verja hann.