Bumbaðu børn og kvinnur

Minst ellivu fólk doyðu, tá amerikanskir hermenn javnaðu eini hús norðan fyri Bagdad við jørðina í gjár, og sambært iraksku myndugleikunum vóru fleiri kvinnur og børn ímillum tey deyðu.

Amerikanararnir siga, at fýra fólk vóru í húsunum, og teir viðganga, at álopið kostaði einum barni og tveimum kvinnum lívið. Teir vilja eisini vera við, at hermenninir tóku ein mann, sum hevur verið uppi í uppreistrinum. Irakski løgregluovastin í Samarra, Laith Mohammed, sigur harafturímóti, at amerikonsk flogfør og stríðsvognar bumbaðu húsini, og at øll ellivu, sum vóru inni, doyðu. Við AP sigur hann, at tey flestu vóru kvinnur og børn, og at eingin í húsinum hevði nakað samband við uppreistrarmenninar.

Aftur í gjár vóru fleiri bumbuatsóknir í Irak, teirra millum ein sjálvmorðsatsókn. Minst fýra fólk doyðu, og nógv vórðu særd.