Ein sterk bumba brast uttan fyri eina matstovu í suðursvenska býnum Lund í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at einki fólk fekk skaða, men at hurðin á matstovuni fór í smildur av spreingingini, og at rútar brotnaðu í fleiri grannahúsum av lufttrýstinum.
Løgreglan avbyrgdi alt fyri eitt økið, tí hon stúrdi fyri, at fleiri bumbur kundu vera har. Fleiri vitni eru avhoyrd, og løgreglan boðaði frá, at hon ætlaði sær at ganga hús úr húsi í grannalagnum í morgun at vita, um fólk høvdu sæð nakað óvanligt uttanfyri í gjárkvøldið.
Bumban brast stutt fyri midnátt í Store Algatan í tí gamla býarpartinum, skrivar Aftonbladet.