Bumba á sjúkrahúsi kravt 65 mannalív

Í minsta lagi 65 fólk doyðu fyrrapartin, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina uttan fyri eitt sjúkrahús í Azra-umráðnum, sum er sunnan fyri afghanska høvuðsstaðin Kabul.

-Minst 65 fólk eru deyð, og 120 eru særd. Tey, sum doyðu, vóru sjúklingar, vitjandi, avvarandi og starvsfólk, sigur ein talsmaður fyri teir lokalu myndugleikarnar. Talsmaðurin sigur, at bumbumaðurin var í einum bili, sum hann hevði sett uttan fyri sjúkrahúsið.

Taliban hevur áður framt líknandi atsóknir í Azra-umráðnum, men felagsskapurin sigur, at hann hevði einki við bumbuatsóknina at sjúkrahúsinum at gera.