89 fólk, teirra millum 50 amerikanskir hermenn, vórðu særdir, tá ein sjálvmorðsbumbumaður søkti at einari NATO-støð miðskeiðis í Afghanistan í gjár. NATO sigur, at bumbumaðurin koyrdi ein lastbil, sum var fullur av spreingievnum.
Taliban kunngjørdi seinni, at rørslan hevði ábyrgdina av atsóknini, og at hon hevur samband við, at 10 ár eru liðin síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon.
-Innrásin í Afghanistan aftan á álopini tann 11. september í 2001 er ein skammblettur á tí vesturlendska demokratiinum, stóð í einari fráboðan frá Taliban. Rørslan leggur afturat, at USA brúkti av órøttum álopini tann 11. september sum umbering fyri at gera innrás í Afghanistan.
Amerikanska grundgevingin fyri at leypa á Afghanistan var, at Taliban hýsti yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda.