Ein fyrrverandi starvsmaður í einum kinesiskum banka var so illur um, at hann hevði mist arbeiðið, at hann fór inn í bankan við einari benzinbumbu. Myndugleikarnir siga, at bumban særdi 39 fólk, og almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at seks teirra hava fingið stóran skaða.
Bankin er í landspartinum Tianzhu, og myndugleikarnir har siga, at bumbumaðurin, sum eitur Yang Xianwen, misti arbeiðið í bankanum fyri trimum mánaðum síðani, tí hann hevði svikað.
Xinhua skrivar, at tað eydnaðist bumbumanninum at sleppa til rýmingar, og at løgreglan nú leitar eftir honum.










