Bumba í Malmø

Ein bumba brast í morgun uttan fyri ein sjúkrahús í svenska býnum Malmø. Bresturin hoyrdist um at kalla allan býin. Fleiri rútar á sjúkrahúsinum brotnaðu. Svenska løgreglan sigur, at spreingingin var beint uttan fyri granskingarmistøðina hjá sjúkrahúsinum, men at spreingingin neyvan hevði nakað beinleiðis samband við miðstøðina. Tað er heldur einki, sum bendir á, at nakar hevur roynt at sleppa inn hagar, sigur løgreglan.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við tíðindastovuna TT, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør skipaði fryri spreingingini, og hvat endamálið kann vera.