Bumba kann vera hevnd frá mafiuni

Italskir fjølmiðlar rógva nú framundir, at mafian kann hava samband við bumbuspreinginginina uttan fyri ein vinnuskúla í býnum Brindisi í morgun. Fjølmiðlarnir hefta seg við, at skúlin hevur navn eftir konu dómaran Giovanni Falcone, sum dømdi fleiri leiðandi limir í mafiuni, áðrenn hann, konan og tríggir lívverjar doyðu av einari vegbumbu hjá mafiuni fyri 20 árum síðani.

Danska tíðindakvinnan Charlotte Sylvestersen, sum býr í Italia, sigur við danska kringvarpið, at bumbuatsóknin kann vera ein háttur hjá mafiuni at gera vart við, at hon er framvegis virkin har suðuri í Italia. Hon vísir eisini á, at júst í dag verða fleiri mótmælisgongur ímóti mafiuni.

-Eitt annað er, at dómhúsið í Brindisi er beint við síðuna av vinnuskúlanum, og at bumban kanska var ætlað dómhúsinum, sigur Charlotte Sylvestersen við DR.

Italsku myndugleikarnir hava einki sagt um, hvør kann hava lagt bumbuna í Brinsisi í morgun. Spreingingin kostaði tveimum ungum gentum lívið, og sjey onnur fingu skaða.