Javnaðarflokkurin skal vera trygdin fyri, at vit fáa einar meiri kvinnuvinarligar Føroyar.
Tað heldur Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
- Fortreytin fyri einum framtíðar vælferð er, at ungfólk tíma at búsetast í Føroyum. Fólkasamansetingin er okkara størsta avbjóðing og tískil verður neyðugt at gera tað áhugavert hjá fólki at búsetast her, serliga hjá ungum og húskjum við børnum.
- Skeiklaða fólkasamansetingin ger, at vit mugu rulla reyðu langmottuna út fyri teimum, sum vilja búseta seg her.
Tí harmast Rigmor Dam um, at tað sær út til at hendan samgongan hevur parkerað heildarætlanini um fólkavøkstur, men hon má dragast framaftur.
- Áhaldandi tosið um einskiljingar, sparingar hjá tí almenna, og skattalætti til vælbjargað, eggja ikki fólki at støðast her – og enn minni eggjar tað ungum at flyta heimaftur, heldur Rigmor Dam.
Hon vísir á, at kanningar vísa, at tað er kvinnan, sum ger av, hvat húski búsetist. Tað er gongdin í øllum útjaðarum, ikki bara hjá okkum. Maðurin kann arbeiða, hvar tað skal vera, men kvinnan ger av, hvar heimið er.
- Tí skulu vit hava einar nógv meiri kvinnuvinarligar og famniljuvinarligar Føroyar, sum loyvir nýmótans kvinnuni at arbeiða, og at hava stundir til familjuna. Kvinnan skal hava fíggjarligt rásarrúm og menningarmøguleikar. Men serliga týdningarmikið er tað at skapa børnunum góðar menningarmøguleikar.
Og Rigmor Dam vísir á, at her má Javnaðarflokkurin ganga á odda, tí annars gera afturhaldskreftirnar tað og ”bumba kvinnurnar aftur til kjøtgrýturnar – og harvið av landinum”, sigur Rigmor Dam.
Sjálv heldur Rigmor Dam, at vit skulu hava Svørríki sum fyrmynd, har tey hava heimsmet í javnstøðu.
Har hava mamman og pápin rætt til 240 dagar í barsilsfarloyvi í part við 80 prosent av lønini. Annað av foreldrunum kann lata hinum ein part av barsilsfarloyvinum, men 60 dagar eru persónligir, og stakir uppihaldadarar fáa farloyvi í 480 dagar.
Hetta er fyri hvørt barn, og foreldrini hava rætt til hesar dagarnar, til barnið er 12 ár. Samstundis hava foreldrini eisini rætt til at arbeiða parttíð, eitt nú tveir dagar og ein hálvan dag um vikuna í part, og so eru tey í barsilsloyvi fyri rest.
- Sostatt ber til at spjaða barsilsfarloyvi um allan barndómin. So smidligt kann ein skipan vera, sigur Rigmor Dam.
- Í familjuvinarligum samfeløgum hava familjur tíð at vera saman. Tí er tað øvugt mannagongd, at vit innrætta samfelagið soleiðis, at vit hava mest um at vera í tríatiárunum og lánsgjøldini eru størst, sigur hon
Hon sigur, at vit skulu laga samfelagið soleiðis til, at tað skal bera til at fáa børn, tá ið vit eru í tjúgunum, samstundis sum vit framvegis eru undir útbúgving.