Nøkur fólk fingu skaða, tá ein bumba brast uppi á triðju hædd í bygninginum, sum teir almemmu sýrisku fjølmiðlarnir húsast í í miðbýnum í Damaskus.
Sjónvarpsstøðin al-Ikhbarya vísti myndir av starvsfólki, sum royndu at hjálpa starvsfeløgum, sum høvdu fingið skaða av bumbuspreingingini.
Í juni søktu vápnaðir menn at høvuðsstøðini hjá al-Ikhbarya sunnan fyri Damaskus. Álopið kostaði trimum tíðindamonnum og fýra vaktarmonnum lívið.