Ein iranskur kjarnorkugranskari doyði, tá ein bilbumba brast í høvuðsstaðnum Teheran í morgun, og myndugleikarnir boðaðu alt fyri eitt frá, at tað var Ísrael, sum hevði lagt morðið til rættis.
Bilbumban brast nærhendis einum lærdum háskúla har norðuri í Teheran. Løgreglan sigur, at ein maður á motorsúklu festi bumbuna á bilin, sum fór í luftina. Varaguvernørurin í Teheran, Safar Ali Bratloo, sigur við tíðindastovuna Fars, at Ísrael skipaði fyri atsóknini.
Kjarnorkugranskarin, sum æt Mostafa Ahmadi-Roshan, starvaðist á einum lærdum háskúla í Teheran. Hann er tann seinasti í einari røð av iranskum kjarnorkugranskarum, sum eru deyðir av bumbum og øðrum, og teir iransku myndugleikarnir hava skuldsett Ísrael, Bretland og USA fyri at hava beint fyri teimum. Tað hava tey trý londini avsannað.