Bumba drap fregnartænastustjóra

Ovastin fyri libansku frengartænastuni, Wissam al-Hassan, var millum tey átta, sum doyðu av einari bilbumbu í høvuðsstaðnum Beirut í dag. Tað hava libansku myndugleikarnir váttað, skrivar Reuters.

Sjey onnur fólk doyðu av spreingingini, og 78 fingu skaða.

Wissam al-Hassan (myndin) stóð á odda fyri arbeiðinum at kanna, hvør beindi fyri fyrrverandi libanska forsætisráðharranum Rafik al-Hariri, og kanningin staðfesti, at tætt samband var millum Hizbollah-rørsluna í Libanon og stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi. Herfyri stóð al-Hassan fyri einari aðrari kanning, sum millum annað endaði við, at ein politikari, sum er trúgvur stuðul hjá al-Assad, varð tikin.

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingini í Beirut í dag.