Bumba brostin í París

Ein bumba er brostin í dag í París á skrivstovuni hjá altjóða valuta grunninum IMF. Higartil veita mann, at ein er komin til skaða, men enn er ikki sagt hvussu umfatandi skaðin er.
Talan var um meina brævbumbu.

 

Tað skrivar BBC í dag.

 

Enn er ikki heilt greitt hvør hevur ábyrgdina, men Conspiracy of Fire Cells, ið er ein vinstrasinnaður víðgongdur felagsskapur úr Grikkalandi, hevur tikið ábyrgdina. Felagsskapurin er á altjóða listanum av yvirgangsfelagsskapum og hevur fyrr gjørt um seg í Grikkalandi við bumbum.

 

Mett verður, at yvirgangurin er framdur, tí IMF saman við øðrum var við í at veita Grikkalandi fígging tá fíggjarkreppan leikaði á. Fíggingin var tó ikki uttan treytir, ið millum annað innibóru, at fráfaringaraldurin bleiv hækkaður og at stór sparingartiltøk skuldi fremjast. Sparingartiltøk, ið høvdu hópuppsagnir við sær.

 

Í gjár bleiv ein líknandi bumba send til týska fíggjarmálaráðið, men hon bleiv steðga áðrenn hon kom fram.