Bumban brast á einum væl vitjaðum bókamarknaði. Sambært tíðindastovuni AP kravdi bumban minst 23 mannalív, og meiri enn 40 fólk fingu skaða.
Bumban brast á tí væl umtókta bókamarknaðinum í Mutanabi-býlinginum. Fleiri aðrir handlar fingu stóran skaða, og eldur kom í minst 15 bilar.
Tað eru nú næstan tríggjar vikur, síðani amerikanskir og irakskir hermenn herdu eftirlitið í gøtunum í Bagdad, men kortini halda bumbuatsóknirnar fram. Atsóknin í dag er tann blóðugasta í fleiri dagar.