Bumbaðar aftur í tíðina

Oddagrein

Nógv rok stendst av støðuni hjá nýggja innlendismálaráðharranum, nú hann hevur gjørt føroyska ítróttarheiminum greitt, at hann treyðugt vil loyva nøkrum sum helst útlendingum til landið. Væl at merkja útlendingum, sum ikki hoyra heima í norðanlondum.

Undanfarna landsstýri hevði annars í hyggju at gera greiðari mannagongdir á økinum. Greiðari mannagongdir, sum í størstan mun høvdu eina afturhaldandi ávirkan, men sum hinvegin loyvdi ávísum bólkum eina smidligari skipan. Eitt nú arbeiðsfólk við servitan innan sítt øki og ítróttarfólkum.

At nýggi innlendismálaráðharrin hevur eina aðra støðu í hesum, og ikki vil loyva ítróttarfólkum upp í serliga bólkin, má so vera hansara søk, men tað má standa púra greitt, at hetta fer at kosta føroyskum ítrótti nógv. Bæði fíggjarliga, tí við nýggju mannagongdunum verður talan at kalla um yrkisítrótt, og tað hava feløg at kalla ikki ráð til. Og ítróttarliga, tí tá feløgini hava ráð til færri útlendingar, verður talan um lægri støði á ítróttinum.

Piotr Krakowski og Wieslaw Zakrewski mest sum revolutioneraðu føroyskan fótbolt í allari framtíð, tá teir í 1989 vóru við til at seta B71 á fótbóltskortið. Costin Dumitrescu, Ioana Rápa við fleiri hava havt avgerandi ávirkan á endurvunna popularitetin hjá hondbóltinum. Marina Popovic, Bobo og Borco Ilic hava skapt eina veruliga breidd í flogbóltinum kring landið. Og hvussu stór hevði framgongdin hjá føroyskari talvítrótt verið, var tað ikki fyri Ivan Sokolov. Ein av heimsins bestu telvarum, sum eitt skifti búleikaðist her hjá okkum.

Tað er einki at ivast í, at hesir persónar ? og nógvir við teimum ? í stóran mun hava drigið føroyskan ítrótt risafet framá. Bæði hvat viðvíkur hugburði til ítróttina og ikki minst sum inspiratiónskelda við nýggjum venjingarhættum, nýggjum spælistíli og framúrskarandi einmansavrikum. Tey hava verið fyrimyndin hjá hópin av ungum ítróttafólki og soleiðis eggjað hesum til at leggja enn meira fyri í dagligu venjingini. Alt nakað, sum hevur verið føroyskari ítrótt at stórum gagni.

Skal alt hetta nú verða søga, tí politiski viljin ikki vil hava hesi fólk í landinum? Tað eru ikki hesi fólk, sum hava skapt nakra spírandi kreppu á arbeiðsmarknaðinum. Heldur hevur tað verið politiska stýringin ? ella mangul upp á somu ? sum ikki hevur virkað sum ein regulator av búskapinum. Og sum tí ikki hevur kunna ð gjørt sveiggini í búskapinum minni og bleytari. Nakað, sum annars vanliga plagar at vera aðalmálið fyri búskaparstýringini í einum og hvørjum landi.

Eitt er, at almennu Føroyar nú royna at avmarka innflutningin av fremmandari arbeiðsmegi, men at skera alt yvir ein kamb og siga, at útlendsku ítróttarfólkini eru ein trupulleiki fyri samfelagið, er langt úti. Ískoytið, sum hesi geva okkum, man hava fleirfalda virði av tí arbeiðinum, sum tey ? møguliga ? taka frá føroyskum hondum.

Sosialurin