Um tað verður soleiðis, sum alt bendir á, at Miðflokkurin ikki slítur samgonguna, hóast tvey samgongufólk hava atkvøtt fyri málinum um sammøður, so merkir tað, at bulvirkið í Løgtinginum, sum varð sett upp ímóti øllum rættindum til samkynd, og sum Kristiligi Fólkaflokkurin setti í 1987, endaliga er fallið.
Tí nú er greitt, at tað hevur ikki so stóran týdning fyri Miðflokkin, at samstarvsfelagar teirra í samgonguni atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum, at flokkurin slítur samgonguna.
Tað hevur higartil verið tilverugrundarlagið hjá Miðflokkinum, at samkynd eingi rættindi skulu fáa. Annað mál av slíkum slag er rætturin til fría fosturtøku.
Í 19 ár snúði stríðið ímóti samkyndum í Føroyum seg um grein 266b í revsiligógini. Talan var um trý orð, sum skuldu leggjast afturat lógargreinini í Føroyum. Lógargreinin var soljóðandi:
»Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale elle etninske oprindelse eller tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år«
Orðini, sum skuldu leggjast afturat vóru hesi trý orðini: »eller seksuelle orientering«.
Hetta varð umsíðir samtykt í Løgtinginum í 2006 eftir nógv stríð. Kartsen Hansen, tingmaður fyri Tjóðveldi og tjóðveldismaður alt lívið, tók sær hetta so nær, at floksfelagar hansara tóku undir við hesum, at hann meldaði seg úr Tjóðveldi og upp í Miðflokkin.
So skuldu ganga 10 ár, til Løgtingið hevði flutt seg so langt á glíðibreytini, at hjúnabandslógin varð broytt soleiðis, at fólk av sama kyni kundu giftast. Tað vóru tingfólkini úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Framsókn, sum saman við Edmundi Joensen og Magna Laksafoss úr Sambandsflokkinum, ið samtyktu hesa broyting.
Miðflokkurin og Fólkaflokkurin vóru hart ímóti og lovaðu at rulla broytingarnar aftur, komu tey til valdið.
Tey atfinningarsomu komu til valdið, men framdu onga broyting í hjúnabandslógini.
Og her varð bundið so væl fyri í samgonguskjalinum, at ongar slíkar broytingar kundu gerast, uttan at semja var um tað í samgonguni, og kundi tað sjálvandi ikki verða, um Miðflokkurin var ímóti.
Tað er hendan samgonguavtalan, sum er brotin. Men tað fær so eftir øllum at døma ikki ta avleiðing, sum Miðflokkurin hevur lovað: »Atkvøður nakar í samgonguni fyri uppskotinum, so er eingin samgonga«.
Jenis av Rana hevur sagt tað.
Bill Justinussen hevur sagt tað.
Men nú verða orðini vend og snarað – tí nú stendur valdið hjá Miðflokkinum upp á spæl.
Men hetta er politikkur. Tað snýr seg um at snúgva sær. Allatíðina.
Ein politiskur veruleiki kann knappliga broytast.
Í fleiri mánaðir var Johan Dahl »trupulleikin«.
»Í mínari verð er Johan Dahl als ikki partur av samgonguni«, kundi ein speiskur Jenis av Rana siga – hann meinti, at »vit klára at fella málið uttan hjálp frá Johan Dahl«.
Og tann politiski veruleikin var til staðar, tí samgongan hevði Kristin Michelsen úr Sjálvstýri at hjálpa sær.
Men hesin politiski veruleikin broyttist brádliga, tá Annika Olsen úr Fólkaflokkinum undir 2. viðgerð av lógunum um sammøður boðaði frá, at hon fór at taka undir við uppskotinum.
Nú varð politiski veruleikin, at meiriluti er á tingi, sum fer at atkvøða fyri uppskotinum.
Og harvið flutti Løgtingið seg eitt stig longur á glíðibreytini. Nú er greitt, at ein meiriluti á Løgtingi góðtekur, at nøkur fólk í samfelagum eru samkynd, og at tey skulu sleppa at vera tað. Og hetta vísti, at nú hava vit í tvey valskeið á rað ein meiriluta av fólki á tingi, sum halda tað. Og undir 3. viðgerð av uppskotunum mánadagin vaks meirilutin við tveimum sambandstingfólkum afturat.
Hetta átti at útloyst ta samgongukreppu, sum Miðflokkurin hevur lovað. Men tað gjørdi tað ikki, tí nú sita teir tríggir í Miðflokkinum og meta um, hvørt stóra valdið, sum løgmaður hevur givið teimum í landsstýrinum, er betri enn tilverugrundarlag floksins at vera ímóti samkyndum.
Teir meta um, hvat er betri fyri Føroyar... Tí eitt val kann føra til, at samgongan fellir og at andstøðan fær valdið. Tað heldur Miðflokkurin er verri fyri Føroyar – men tað er nú fólkið, sum velur Løgtingið, og neyvan er nakar frægari, enn fólkið, at taka støðu til, hvat »best er fyri Føroyar«, tá tað snýr seg um at manna Løgtingið. Ella er tað nú tað?
Nógv bendir á, at Miðflokkurin velur valdið fram um tilverugrundarlagið.
Ger hann tað, so merkir tað, at Miðflokkurin hevur flutt seg eitt stig á glíðibreytini, at tað nú er í lagi, at tey, sum Miðflokkurin er í samgongu við, atkvøða fyri rættindum til samkynd.
Og Miðflokkurin hevur púra rætt í, at hetta ikki verða síðstu rættindi til samkynd, sum verða samtykt. Tí tað koma fleiri, og tað koma eisini fleiri mál, sum fara at hótta tilverugrundarlagið hjá Miðflokkinum. Einaferð verður tað mál um fría fosturtøkur, sum tó ikki hevur verið nógv frammi.
Tá Miðflokkurin gongur upp á kompris við rættindum til samkynd, hví skal hann so ikki gera tað sama, tá tað snýr seg um fosturtøku? Miðflokkurin glíður á glíðibreytini, eins og øll hini.
So er tað vongurin hjá Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, sum eisini er særdur í hesum døgum og má viðganga, at sjálvt í Fólkaflokkinum eru tingfólk, sum eru fyri rættindum til samkynd.
Stóri spurningurin er, um hesi prinsipp eru so nógv verd, at valdið skal ofrast fyri tað. Tað er tað, sum Bill og Jenis og Jógvan og onnur ikki eru liðug at hugsa um enn.
Skulu vit gita, so velja tey valdið. Og so skal Fólkaflokkurin kjósa sær tvey nýggj fólk í landsstýrið fyri tey bæði, sum vórðu offrað til púra onga nyttu og av púra skeivari telving.
Bulverkið ímóti teimum samkyndu er kortini fallið...










