B68
Tað skal ivaleyst nógv til, áðrenn B68 formaðurin, Niclas Davidsen, missir fatningin, sum tað plagar at verða tikið til. Hann plagar at vita um tað, sum hann tekst við, og hann plagar at vita, hvat rørir seg kring hann. Men í fyrrakvøldið var hann ovfarin, tá ið tað eina løtu varð spurt og fregnast nógv eftir, um nú tveir av stuðulsspælarunum á bronsulinum hjá B68 í summar vóru á veg í íslendskan fótbólt.
- Eg velji at halda meg til tað, sum vit hava tosað við spælararnar um, og tær avtalur, sum vit hava við teir, heldur enn at lurta eftir óváttaðum leysasøgum í bløðunum, staðfestir Niclas Davidsen, tá ið vit fregnast eftir, hvussu útlitini fyri komandi kappingarári eru.
Tað er greitt, at Petur Mohr aftur næsta ár fer at hava ábyrgdina av besta liðnum. Tað er eisini greitt, at Albert Sævarsson, sum varð kosin besti málverjin í føroysku kappingini í ár, aftur næsta ár fer at standa ímillum stólparnar á Svangaskarði.
Dánial Hansen er farin aftur til NSÍ. Tað er ikki komið heilt óvæntað á B68. Jann Ingi Petersen er farin til Fremad Amager. Tað hava teir vitað leingi á Toftum. Hans Fróði Hansen er sáttmálabundin at Tofta Ítróttarfelag næsta ár. Talan er um sáttmála, sum er góðkendur av sáttmálanevndini hjá FSF. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Hans Fróði næsta kappingarár skal umboða annað felag enn B68, so skal avtala gerast um hetta millum B68 og møguliga nýggja felagið. Sambært B68 formannin hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá nøkrum felag, og á Toftum siga teir seg ongar ætlanir hava um at sleppa sær av við Hans Fróða.
- Vit hava verið fegnir um at hava Hans Fróða í felagnum hjá okkum. Tað man vera óneyðugt at siga, at hann hevur roynst okkum væl. Okkara fatan er, at Hans Fróði rættuliga er partur av okkara liði, og vit hava onga orsøk at halda, at hann ikki fer at halda seg til avtaluna, sum vit hava okkara millum, sigur Niclas Davidsen.
Í fjør vóru tað fleiri, sum mettu, at B68 hevði kanska bestu breiddina millum teir fyrstu ellivu, men at teir viknaðu skjótt, tá ið onkrir av teimum bestu vóru burturi frá, tí teir vóru skaddir ella leikbannaðir.
- Bulurin á liðnum verður tann, sum hann var síðsta kappingarár. Tað er harvið eisini greitt, at Fróði Benjaminsen fer at spæla við B68. Fróði er ein fínur spælari, og tað fer honum neyvan at bera til at siga nei til tilboð uttanlands frá, um talan verður um stórar peningaupphæddir. Men fyribils er tað einki, sum bendir á, at hann fer at spæla aðra staðni enn hjá okkum, veit Niclas Davidsen at siga.
B68 formaðurin leggur afturat, at tað í felagnum verður arbeitt við at fáa fleiri spælarar á liðið. Talan er um onkrar føroyskar spælarar og onkrar spælarar aðra staðni frá.
- Í fjør vóru vit serliga fegnir um, at tað royndist væl hjá fleiri av ungu spælarunum, sum eru uppvandir í felagnum hjá okkum. Hesir verða nú eitt ár eldri, teir hava royndirnar av at spæla í bestu deildini, og vit vóna, at onkur ungur spælari afturat fer at bjóða seg fram í kappingini um plássini, sigur Niclas Davidsen, sum ikki tykist rokna við, at liðið hjá B68 fer at hava verri fyritreytir, enn tað hevði síðsta kappingarár.