Tá hálendski Leo Beenhakker fyri tveimum árum síðan var settur sum pólskur landsliðsvenjari, staðfesti hann alt fyri eitt, at bulurin á liðnum skuldi verða úr heimligu kappingini. Heili níggju leikarar fingu debut í undankappingini, og fyri fyrstu ferð í søguni eydnaðist tað at vinna Póland í EM-endaspæl. Hetta hóast, at liðið tvær ferðir hevur vunnið bronsuheiðursmerki við heimsmeistaraskapin.
Fylla nógv
Tað eru fáir leikarar á pólska landsliðnum, sum veruliga hava fingið gjøgnumbrot í altjóða høpi. Í málinum er Artur Boruc úr Celtic fyrsta val, framman fyri Tomasz Kuszczak úr Manchester United og Lukasz Fabianski úr Arsenal.
Í verjupartinum eiga Darius Dudka og Jacek B?k týðandi leiklutir. Hesir stuðla teimum yngru og skulu ganga á odda, tá tað stendur á. Tað verður tískil umráðandi hjá Póllandi, at hesir taka røttu avgerðirnar á vøllinum, soleiðis, at yngru leikararnir kenna seg tryggar.
Av framrættaðum leikarum verður serliga varpað ljós á Ebi Smolarek, sum áður hevur roynt seg í millum annað PSV og Dortmund. Jacek Krzynówek skal eisini standa fyri hugflognum í spælinum frammi á vøllinum.
Venjarin
65 ára gamli Leo Beenhakker verður mettur at vera ein av bestu venjarum, sum fótbóltsheimurin hevur sæð. Hann hevur síðan 1972 staðið á odda fyri millum annað Ajax, Zaragoza, Real Madrid, hálenska landsliðnum, Saudi Arabia og Feyenoord.
Fleiri høvdu hug at finnast at avgerðini hjá Beenhakker, tá hann gjørdi greitt, at bulurin skuldi vera úr heimligu kappingini. Í altjóða høpi hava pólsku feløgini ikki veruliga gjørt vart við seg. Ætlanin hjá hálendska venjarnum hevur higartil eydnast til fulnar, og fyri fyrstu ferð nakran tíð skal Pólland royna seg í EM-endaspæli.
Síðan sín fyrsta arbeiðsdag hevur hann verið sannførdur um, at pólskur fótbóltur eigur talent, ið kunnu samanberast við tey heilt stóru. Hesir skulu nú av álvara standa sína roynd.
Skulu hava bóltin
Pólland fer neyvan at eiga lut í stríðnum um heiðursmerki í summer. Leikaratilfarið er ikki nóg gott til tess. Hóast hetta, so bendir úttøkan hjá Beenhakker á, at liðið skal verða nógv á bóltinum. Tað verður stórur dentur lagdur á hetta, tí, sum venjarin sigur, so verður møguleikin hjá mótstøðuliðnum sjálvandi minni at leypa á.
Í undankappingini royndi liðið seg við hugflogsríkum álopsspæli, og tað riggaði væl. Sjáldan var neyðloysnin at senda langar bóltar á áleyparnar.
Mótstøðuliðini í bólkaspælinum eru Týskland, Kroatia og Eysturríki. Við einum sigri á Eysturríki og einum nøktandi úrsliti móti Kroatia eru møguleiki fyri, at Pólland vinnur seg víðari. Tað vildi í øllum førum verði stórt.
Póland
1 Artur Boruc
2 Mariusz Jop
3 Jakub Wawrzyniak
4 Pawel Gola?ski
5 Dariusz Dudka
6 Jacek B?k
7 Euzebiusz Smolarek
8 Jacek Krzynówek
9 Maciej ?urawski
10 ?ukasz Gargu?a
11 Marek Saganowski
12 Tomasz Kuszczak
13 Marcin Wasilewski
14 Micha? ?ew?akow
15 Micha? Pazdan
16 Jakub B?aszczykowski
17 Wojciech ?obodzi?ski
18 Mariusz Lewandowski
19 Rafa? Murawski
20 Roger Guerreiro
21 Tomasz Zahorski
22 ?ukasz Fabia?ski
23 Adam Kokoszka
Venjari: Leo Beenhakker