Beint undan evstamarki fríggjadagin á døgverða var soljóðandi skriv at síggja á B68 heimasíðuni:
B68 hevur einki mál fingið tveir teir fyrstu landskappingardystirnar, og tí er neyðugt at gera álopið skarpari. Tað er ætlanin at 26 ára gamli Stanislav Valeriev Stankov úr Bulgaria skal gera. Og hagtølini hjá honum skuldu borgað fyri, at hann er førur fyri at skjóta nøkur mál. Í Bulgaria hevur hann spælt 98 dystir í bestu deildini og hann hevur skotið 46 mál. Í 2. deild hevur hann spælt 47 dystir og hevur skotið 29 mál.
Hann hevur til seinasta kappingarár spælt við so kendum liðum sum Levski Sofia og Lokomotiv Sofia. Ætlanin var, at hann í vetur skuldi til India at spæla í bestu deildini har, men hann tók ikki av sáttmálanum við indiska felagið. Tí hevur hann higartil í ár spælt sum áhugaleikari í einum 2. deildarfelag í heimlandinum. Har hevur hann spælt 23 dystir og skotið 15 mál.
Umframt at hava spælt sum áleypari, hevur Stanislav Valeriev Stankov viðhvørt spælt sum spælstýrari og hann hevur eisini víst góð evni á miðvøllinum. Tað er tó lítil ivi um, at B68 fer at brúka hann í álopinum um báðir partar eru nøgdir og sáttmáli verður gjørdur.
Stankov hevur spælt fleiri dystir bæði á U16 og U18 landsliðnum hjá Bulgaria.
B68-formaðurin Niclas Davidsen upplýsir, at bulgarin er komin til Føroya at vísa hvat hann dugur, og eru báðir partar samdir um at gera sáttmála, verður hann gjørdur so skjótt tey neyðugu loyvini eru fingin. Tó er greitt, at Stankov verður ikki við móti NSÍ nú sunnudagin.
Leikarin er komin til Føroya gjøgnum North Atlantic Football Agency við Jákup í Stórustovu.