Buldur og brak í Ráhúsinum

Limirnir í rokkbólkurin SIC eru teir fyrstu at fáa 100 ára nálina hjá Tórshavnar kommunu í bringuna. Tað hendi seinrapartin í dag, tá ungu rokkararnir settu tungt ljóð á ein biltúr hjá Landsverkfrøðinginum í Havn í 1977.

Biltúrurin er frá R.C. Effersøesgøtu til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og sæst á YouTube.

Framførslan hjá SIC var brot úr tónleikaverki, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt innan SIC fer á størstu konsertferð, nakar føroyskur bólkur hevur átikið sær.

Framførslan var í Ráðhúsinum á Vaglinum har varaborgarstjórin Bogi Andreassen bjóða vælkomin og býtti út oyraproppar.

Jógvan Arge, ið er formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, greidd síðani frá um tankarnar aftanfyri bílagada verkið. At enda festi hann 100 ára nálina í bringuna á tónleikarunum, sum nú fara út í heim.

Mentunarnáttina 5. juni fer bólkurin SIC at framføra bílagda tónleikaverkið í fullari longd. Verkið hevur fingið heitið ?100 ár ? 1000 sár?. Í enskum hami verður tónleikaverkið við á komandi fløguni hjá SIC og far heitið ?Chained & Restrained?.

- Eg má viðganga, at hetta er tað feitasta, mest intensa og ?sic-asta? lagið vit hava gjørt. Tit vildu hava tað vilt, og tað fáa tit fyri allar pengarnar, segði ein væl nøgdur Eddie Jacobsen vegna bólkin SIC.