Buldur í Cippo

Fríggjadagin 14. desember verður konsert í vælumtókta dansistaðnum, Cippo. Tíðindaskriv

 

 

Konsertin verður við bólkunum Synarchy, Ineptus og Beale Street. Bólkarnir hava allir verið sera aktivir í ár. M.a. kann nevnast at allir tríggir luttóku á ársins GBOB 2007.

 

Synarchy, sum komu sterkt aftur í fokus, aftaná at hava ligið í dvala, yvirraskaðu fjøldina við teirra drúgvu orku og við sínum aggressiva metalljóði.

 

Ineptus, sum komu aftur við nýggjum bassspælara og framførdu eitt gott heavyshow.

 

Og Beale Street, sum spældu sína fyrsta konsert við teirra sermerkta stíli.

 

Hesir tríggir bólkarnir skulu á pallin í Cippo fríggjakvøldið.

 

Cippo, fríggjadagin 14. des kl. 22:00, kostnaður kr. 50,- Einki aldursmark.

 

Aftaná konsertina verður DJ Knýtil aftanfyri tónleikin og dentur verður lagdur á, at tað er eitt rokktiltak við rokktónum.