Tórbjørn Jacobsen er nú minstraður av sum skipari á føroysku mentanarskútuni. Og seinnapartin í gjár var Óli Holm hjá løgmanni og mysntraði sum nýggjur skipari.
Orsøkin til vaktarskiftið er, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið avleiðingarnar av, at hann er ov bulraligur í atburði ? so mikið buldraligur, at hann sambært skúlastjóranum í Vestmanna tveitti varaskúlastjóran á dyr, tí hon var donsk. Og so mikið rokmikil, at hann í øði alment skýrdi løgmann at vera danskan leigusvein.
Tórbjørn Jacobsen viðurkennir, at hann er rokmikil av lyndi. Orsøkina sigur hann vera, at hann er sjómaður, og tí hevur sjómanslyndi - hóast tað eru teir fægstu sjómennirnir, ið bera seg at sum Tórbjørn.
Nýggi skiparin, Óli Holm, er ikki skiparalærdur. Hann hevur danska læraraútbúgving frá Nørre Nissum Seminarium, og hevur fyrst starvast sum lærari í Danmark, og síðani í nógv ár sum varaskúlastjóri ? ella kanska stýrimaður í Vágs skúla.
Tó hevur Óli Holm sínar røtur á sjónum. Pápi hansara, Alfred Holm, var kendur skipari í Vági, og sjálvur hevur Óli eisini verið nógv til skips.
Men róp og geyl og ta stóru garteringina skulu vit kortini ikki vænta okkum av Óla Holm. Hann er kendur, sum ein hóvligur maður, ið arbeiðir í tí stilla og fær nógv burtur úr, hóast hann ikki ger so nógv burtur úr sær sjálvum.
? Tú fært meg ikki at leggja beinini upp á borðið, segði Óli Holm, tá Sosialurin í gjár bað um at fáa mynd av nýggja landsstýrismanninum handan skrivaraborð sítt.










