Sunnunáttin var ein av teimum strævnu á løgreglustøðini í Runavík. Eitt rimmar dansitiltak við fleiri stórum nøvnum var leygarkvøldið, og tí hevði ein ørgynna av fólki leitað sær inn til Ítrottarhøllina í Runavík.
– Eg havi latið mær fortalt, at eini 2000 fólk vóru til tiltaki. Eini 1000 fólk sleppa inn í høllina og tað skal væl passa, at 1000 fólk vóru uttanfyri eisini, og so var fótbóltsvøllurin brúktur sum slagmark, sigur vakthavandi í Runavík í morgun.
Harkalið úr Havn
Av hesum 2000 fólkum vóru ómetaliga nógv full fólk.
– Heildin er altíð hampafólk, men úr Havnini var komið eitt harkalið á eini 10-20 ótangar, sum bara gingu og gjørdu fortreð. Teir løgdu á fólk, og ein gjørdist rættiliga illa skaddur, eftir at hann fyrst var niðursligin og síðani sparkaður, greiður vakthavandi í Runavík frá. Hesin varð fluttur til Havnar við sjúkrabili, og annars vísir vakthavandi á, at sera nógvir bardagar vóru í Runavík hetta kvøldið.
Fleiri hava síðani meldað hesar ótangar úr høvuðsstaðnum og oddafiskurin er eisini útpeikaður. Hesin er skuldsettur meiri enn í tí eina førinum, og til eitt møguligt sakarmál kann hann rokna við fleiri ákærum, sum umfata harðskap móti øðrum.
Ongin knívur
Eftir dansin og nógvu bardagarnar hava søgurnar verið mangar í Runavík og Eysturoynni sum heild. Fleiri søgur hava gingið um, at knívur varð havdur á lofti og at ein drongur varð stungin niður, men hetta kennir løgreglan í Runavík onki til.
– Vit hava eisini hoyrt hasar søgurnar, men hava onki sæð. Vit hava eisini spurt tey, sum hava meldað um harðskap, um tey vistu nakað um nakran knív, men so var ikki.
– Men tað vóru altso nøkur dømir um, at knústar fløskur vórðu brúktar at berjast við uttan fyri høllina, og tað er í sjálvum sær rættiliga álvarsamt, sigur vakthavandi.
Fløskubrot og skaðar
Og knústar glasfløskur var ein stórur trupulleiki. Tær gjørdu, at glassplintur fleyt allastaðni, og tað var orsøk til rættiliga nógvar skaðar, og eini 4-5 ferðir var sjúkrabilurin við ítrottarhøllina eftir fólkum, sum vóru komin illa fyri.
– Rættiliga nógv herverk var eisini. Serliga høvdu fólk hug at gera seg inn á bilar, sum stóðu í økinum kring høllina, fortelur vakthavandi í Runavík. Hann sigur eisini, at løgreglan var úti frá kl. 11 um kvøldið til um sjeytíðina á morgni, og høvdu teir úr at gera allatíðina.










