Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, ásannar, at árið í ár hevur verið buldrasligt hjá felagnum.
- Verkbannið í januar-februar og upploysnin í Reiðarafelgnum vóru ein sera torfør tíð. Úrslitið varð, at umfatandi broytingar komu í sáttmálarnar. Eisini hevur støðan verið sera spent í samráðingum fyri Strandfaraskip Landsins, og samráðingar eru eisini í gongd nú. Haraftrat eru fleiri broytingar komnar í Farma- og Frálandasáttmálanum.
Nú aðalfundur verður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag hin 28. desember, sigur formaðurin seg vóna, at nógvir limir møta upp til fundin, so eitt gott orðaskifti kann fáast um allar hesar broytingar.
- Undir samráðingum og semimingsroyndum er nevndin noydd at taka avgerðir yvir høvdið á limunum. Hesar kunnu verða bæði til gagns og ógagns. Tí er tað sera umráðandi, at hesi viðurskifti verða væl og virðiliga umrødd á aðalfundi, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.