Buldrasligt ár í væntu

Árni Gregersen væntar, at komandi ár verður eitt buldrasligt ár í føroyskum politikki.

- Val verður komandi ár - í seinasta lagi 29. oktobur - so alt bendir á eitt hendingaríkt og buldrasligt 2015, skrivar Árni Gregersen í Sosialinum frá mánadegnum.

 

At vit nú fara inn í eitt valár fer at merkja politiska arbeiðið nógv, skrivar Árni Gregersen, viðmerkjari á heimasíðuni ting.fo, í Sosialinum mánadagin.

 

- Í politiskum høpi verður mangan sagt, at veljararnir eru stuttmintir, bæði tá ið tað snýr seg um at minnast feilirnar, sum flokkar teirra hava gjørt, men so sanniliga eisini, tá ið tað snýr seg um tað positiva, sum teirra flokkur hevur gjørt, skrivar hann.

 

Hann væntar, at hetta komandi árið tí fer at vera merkt av, at fólk fara at gera vart við sín flokk og ikki minst við seg sjálvan, nú tað stundar til val. 

 

Í greinini í Sosialinum peikar Árni Gregersen á nøkur stórmál, sum standa á breddanum komandi árið, og sum kunnu skeikla politisku myndina frá henni, vit kenna í dag.

 

Tað fyrsta er uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni. Samgongan hevur boðað frá, at í seinasta lagi 1. februar skal hon vera klár við einum uppskoti, men enn er langt á mál. Árni Gregersen nevnir millum annað, at eingin semja er um, hvussu leingi loyvini skulu vara, ei heldur er nøkur semja funnin á spurninginum um útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni.

 

Tað næsta stórmálið er kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen um viðurskiftini kring Skálafjarðartunnilin.

- Kemur kanningarstjórin til ta niðurstøðu, at løgmaður er farin ov langt ella ikki hevur hildið sína eftirlitsskyldu, so kann tað fáa avleiðingar, skrivar Árni Gregersen.

 

Eitt triðja mál er rættarsakin sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur reist móti tveimum tíðindafólkum og einum leiðara í Kringvarpinum. 

 

Fjórða málið eru fíggjarkarmarnir fyri komandi árini, sum skulu leggjast fyri tingið í vár. 

- Høvuðstrupulleikin í arbeiðnum við fíggjarkarmunum er, at samgongan hevur lovað, at javnvág skal fáast á fíggjarlógina fyri 2016 og tað eru júst teir fíggjarkarmarnir, sum tann lógin skal gerast eftir, skrivar hann.

 

Øll greinin er at lesa í Sosialinum, ið kom út mánadagin 29. desembur.