Buldraligur sjógvur og sterkan mótvind

- Sjógvurin er buldraligur og vit hava sterkan mótvind í løtuni og dreinginir blíva bloyttir ígjøgnum av sjógvi og eru blivnir hart koyrdir teir seinastu 24 tímanir. Tó eru teir allir í góðum hýri og venja seg við umstøðunar ein 7 metur langur bátur hevur at bjóða úti á Atlanshavinum. Sum vindurin minkar fara vit at rógva so nógv suðureftir sum møguligt, tað fer tað at gera tað møguligt at útnytta tað seinni tá ið vindurin vendur.

 

Sjólívið er tíðuligt, vit hava sær eina skjalbøku og ein risa stóran hval, ið sær sera ógvusligur út frá okkara lítla báti. Vit hava móttikið borð frá føroyska løgmanninum um eina góða og tygga ferð, stóra takk fyri tað, sigur Leven Brown, sum er skipari á Artemis Investments.

 

Livar Nysted úr Hvannasundi er við umborð á Artemis Investments, og teirra mál er at rógva úr New York til Bishops Rock við Scily oyggjarnar upp á undir 55 dagar. Teinurin er 5214 kilometrar langur, og teir hava róð umleið 250 kilometrar higartil, eftir hálvttriðja samdøgur.