Avstralskur maður fríkendur fyri neyðtøku, tí at buksurnar á gentuni vóru ov strammar at taka av uttan hennara hjálp.
Nicholas Eugenio Gonzalez varð ákærdur fyri at neyðta eina 24 ára gamla gentu. Ákæran var, at hann hevði lagt gentuna niður, tikið buksurnar av henni og neyðtikið hana.
Tað vísti seg tó at vera rættiliga trupult at taka buksurnar, ið sótu sera stramt, av henni. Nevndingarlimirnir komu tí til ta niðurstøðu, at maðurin ikki kundi taka buksurnar av henni, um gentan ikki hjálpti til. Maðurin varð fríkendur.
Forkvinnan fyri National Association of Services Against Sexual Assault, Veronica Wensing, sigur, at klæðini ongantíð eiga at vera spæla nakran leiklut í mun til neyðtøku. ? Øll klæði kunnu takast av við noyðslu, sigur hon.