Tað sum fyrr ikki hevur havt so stóran áhuga í Føroyum, men sum í kvøld hevði heilt serligan áhuga, var steypafinalan í rumenskum fótbólti.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð var steypafinalan leikt við føroyskari luttøku, tá Kaj Leo í Bartalsstovu úr Syðrugøtu var í hópinum hjá rumenska stórfelagnum Dinamo Bukarest.
Sjálv steypafinalan var leikt á altjóða leikvøllinum í Bukarest, har Dinamo Bukarest møtti CFR Cluj.
Finalan var eitt satt brak av einum dysti, sum innihelt nógv mál, longda leiktíð og brotssparkskapping.
Endin av dystinum var, at CFR Cluj vann rumensku steypakappingina, sum teir vunnu eftir brotssparkskapping. Vanliga leiktíðin og longda leiktíðin var annars endað 2-2.
Í fyrra hálvleiki var annars líkt til at Kaj Leo í Bartalsstovu og Dinamo Bukarest skuldu vinna dystin. Í hálvleikinum vóru teir á odda 2-0.
Men beinavegin í seinna hálvleiki, meldaði mótstøðuliðið, CFR Cluj, seg inn í dystin. Teir minkaðu tíðliga um munin til 2-1, og í seinasta minuttinum av dystinum, fingu teir javna til 2-2.
Tíverri fyri Kaj Leo í Bartalsstovu kom føroyski leikarin ikki á vøllin í finaluni. Hann sat allar 120 minuttirnar á bonkinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu var annars fyrr í dag ímillum teir, sum eru úttiknir til føroyska hópin í landsdystinum móti Kosovo.