Bukaðir eftir steðgin

Føroyar-Grønland 30-33 (19-14)

Tað vildi ov lítið bera til hjá føroyska manslandsliðnum, tá farið varð undir seinna hálvleik.

Fyri steðgin høvdu okkara annars stýrt tí mesta, men hetta broyttist fullkomuliga eftir steðgin.

Partvíst tóktust grønlendingar at skifta gear, soleiðis at teir veruliga lyftu sítt spæl, og tá okkara menn samstundis kappaðust um at brenna og gera mistøk, vendist støðan heilt skjótt.

Móti dystarenda fór tað at líkjast einum stórtapi, men seinastu løtuna hevði Lars Black nakrar góðar bjargingar, meðan Sámal Joensen hevði tvey kanón-mál, og so sá úrslitið hóast alt nakað snøggari út.

 

Føroysku málskjúttarnir:

Sámal Joensen, VÍF - 8 mál

Agnar Joensen, VÍF - 5 mál

Áki Mørk, Neistin - 5 mál

Høgni Klein, Kyndil - 4 mál

Janus Sørensen, H71 - 3 mál

Áki G. Olsen, VÍF - 2 mál

Finnur Hansson, Neistin - 1 mál

Karl Herup Olsen, Neistin - 1 mál

Tróndur Kragesten, Neistin - 1 mál