Búi heldur fram í NSÍ: - Tað er ein spurningur um loyalitet

NSÍ hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Búa Egilsson. Tað boðar felagið frá í skrivi. NSÍ hevur longu tryggjað sær nýggjan málverja í Kristiani Joensen

Mynd: (NSÍ) Karstin Joensen, formaður, og Búi Egilsson

NSÍ hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Búa Egilsson. Tað boðar felagið frá í skrivi. NSÍ hevur longu tryggjað sær nýggjan málverja í Kristiani Joensen.

 

- Í 2019 kom litríki vábingurin Búi Egilsson til NSÍ. Fýra ár seinni hevur hann spælt 100 dystir fyri NSÍ. Nú NSÍ flutti niður í næstbestu deildina, so kundi hugsast, at royndir spælarar hava hug at royna eydnuna aðrastaðni í bestu deildini, skrivar NSÍ.

 

Búi Egilsson sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at tað er ein spurningur um loyalitet.

 

- Man følir ábyrgd, tá man flutti niður við NSÍ. Tí ætli eg mær at hjálpa NSÍ við at flyta upp aftur, sigur vágbingurin.

 

NSÍ-formaðurin Karstin Joensen sigur, at hann er sera fegin um, at Búi velur at taka enn eitt tørn fyri NSÍ.

 

- Tað er nú, at vit øll skulu standa saman um NSÍ, og tí gleðist eg um, at ein royndur leikari sum Búi Egilsson hevur skrivað undir, nú vit veruliga hava brúk fyri tí, sigur Karstin Joensen.

 

Sáttmálin hjá Búa Egilssyni er galdandi fyri 2023 og 2024.

 

Mynd: (NSÍ) Karstin Joensen, formaður, og Búi Egilsson