Tað er leygardagsfótbóltur í Runavík í ár. Í kvøld var besta NSÍ liðið í Klaksvík og spældi ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Tølini siga, at gestirnir høvdu yvirvág, og NSÍ vann 2-0.
Búi Egilsson setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Uppleggið átti Mórits Heini Mortensen, og Mórits Heini Mortensen átti eisini uppleggið, tá ið NSÍ økti um munin, tá ið tað restaðu 10 minuttir. Teir í NSÍ fagnaðu Búa Egilsson fyri at hava skorað fyri aðru ferð. Men dómaraseðilin sigur, at KÍ málverjin Johan Jacobsen varð skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál.
Hetta var annar dysturin í ár hjá bæði KÍ og NSÍ. Í fyrsta umfari vann KÍ 4-3 á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Í fyrsta umfari endaði tað málleyst, tá ið teir bestu hjá NSÍ høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B68. Tað vil siga, at higartil er einki mál farið ígjøgnum hjá Kristiani Joensen, sum áður hevur vart KÍ málið, og sum nú verjir málið í barndómsfelagnum NSÍ.
Hjá NSÍ var sigurin í kvøld uppreisn eftir vónbrotið, sum málleysi javnleikurin ímóti B68 var.
Næstbesta liðið hjá B68 hevði í dag vitjan av HM, sum fór av Svangaskarði við 2-1 sigri. Hetta var uppreisn hjá HB, sum í fyrsta umfari tapti 4-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Síðani hevur HB skift venjara. Hegga Samuelsen er givin, og í dag var fyrrverandi B68 spælarin Arnbjørn Danielsen á HB beinkinum.
Dánjal Reginsson legði HB á odda eftir slakar 20 minuttir, og ein minutt undan steðginum javnaði Óli Højgaard Olsen til 1-1. Rani Sørensen skoraði 2-1 HB sigursmálið, tá ið tað restaðu átta minuttir.