Tað vendir ikki altíð soleiðis í næstbestu deildini, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fer at gera. Eitt dømi um hetta var í dag, tá ið næstbesta liðið hjá NSÍ hevði vitjan av besta liðnum hjá ÍF. Støðutavlan sigur, at fuglfirðingar hava kós ímóti bestu deildini, sum teir í fjør fluttu niður úr, meðan NSÍ er undir niðurflytingarstrikuni.
Í dag átti NSÍ heimavøll í Hólmanum á Eiði. Tað kemst av, at graslíkið í løtuni verður skift á vøllinum við Løkina í Runavík.
Á NSÍ liðnum vóru Búi Egilsson og Meinhard Debes Geyti, Albert Róin Johannesen, Beinir Nolsøe og Sølvi Sigvardsen, sum fyrr í ár fleiri ferðir hava verið á besta liðnum, og har var eisini nýggi ukrainski spælarin Yehor Korytskyi, og millum teir á beinkinum var Hans Marius Davidsen, sum higartil hevur verið fastur maður á listanum í bestu deildini.
Búi Egilsson hevur verið eitt sindur ódrúgvur á vøllinum, tí hann hevur verið skaðadarvaður. Í dag var hann á vøllinum allan dystin á tamb, og tað var hann, sum legði NSÍ á odda bæði 1-0 og 2-0. Fyrra málið skoraði hann eftir eitt korter og eftir sending frá Yehor Korytskyi, og ein minutt seinni økti hann um munin til 2-0. Hetta eru fyrstu málini, sum Búi Egilsson hevur skorað í ár.
NSÍ var ágangandi og hevði fleiri royndir á mótstøðumálið, enn fuglfirðingar høvdu á NSÍ málið.
Síðsta lítla korterið eydnaðist tað ÍF at svara aftur. Gundur E. Petersen átti uppleggið, tá ið Nenad Saric minkaði um munin til 2-1. Hetta var fjórða ferðin í ár, at 41 ára gamli serbiski Nenad Saric varð skiftur inn á besta liðið hjá ÍF, og hetta var fyrsta málið hjá honum á besta ÍF liðnum í ár.
Tað sá leingi út til, at NSÍ fór at halda tørn um leiðsluna, men fýra minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, bríkslaði dómarin Jón Tór Baldvinsson fyri brotssparki til ÍF, sum Hans Jákup Lervig umsetti til mál og 2-2.
At bæði TB og ÍF í dag spældu javnt – TB 2-2 ímóti B36 og ÍF 2-2 ímóti NSÍ – ber við sær, at munurin millum tvey tey fremstu er tann sami, sum hann var undan hesum umfarinum. Nú hevur TB 44 stig, og ÍF hevur 43 stig. NSÍ er næstaftast við 10 stigum. Tað eru fýra stig fram til B36 og átta stig aftur til 07 Vestur.
Um eina viku fer NSÍ at spæla í Trongisvági, og ÍF fer til Klaksvíkar.