Búgvi Poulsen úr Havn hevur vunnið silvur í heimsmeistarakappingini í judo fyri veteranar í bólkinum 50-55 ár.
Í juni gjørdist Búgvi Poulsen evropameistari í hesum bólki, og í dag hevur hann kappast í Krakov í Póllandi um heimsmeistaraheitið. Tað eydnaðist Búgva at vinna allar innleiðandi dystirnar í dag og at koma í finaluna.
Les eisini: Búgvi Poulsen í finaluni í HM í judo
Men tað eydnaðist honum ikki at vinna gull, men silvur í heimsmeistarakappingini. Tað er eisini eitt sera flott úrslit, sum vit ynskja honum hjartaliga tillukku við.
##med2##













