Búgvi Róin í starv sum gartnari í Vágum

- Hann er ógvuliga tilvitaður um umhvørvi og náttúruvernd, og hann leggur dent á at skilja og endurnýta avgrevstur og annan vøkstur.

 

Í Vága kommunu hava tey sett Búgva Róin í starv sum gartnara í kommununi. 

 

- Vit hava við Visjón 2032 sett okkum fyri, at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygga menning sum nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu 10 árini.

 

Tað siga tey í Vága kommunu í dag. 

 

- Sum ein part av hesum, ynskja vit at menna tað grøna økið á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvið og trivnað. Í tí sambandi varð søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum í kommununi um hendi. 

 

Saman við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, kemur Búgvi nú at hava yvirskipaðu ábyrgdin av grøna økinum hjá Vága kommunu um hendi.

 

- Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.

 

Uppgávurnar hjá gartnaranum fevna eisini um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar og annað.

 

Búgvi Róin er 50 ár og útbúgvin anlegsgartnari í Stenstrup við Svendborg á Fjóni. Hann hevur drúgvar royndir á økinum.

 

- Síðan hann varð liðugt útbúgvin í 1999, hevur hann virkað sum gartnari í Føroyum - við egnari gartnarafyritøku frá 2000 fram til 2017. Seinastu seks árini hevur hann starvast sum býargartnari hjá Runavíkar kommunu.

 

Í Vága kommunu siga tey, at Búgvi er ógvuliga tilvitaður um umhvørvi og náttúruvernd, og hann leggur eitt nú dent á at skilja og endurnýta avgrevstur og annan vøkstur.

 

- Sjálvur annar hevur hann givið út vælumtóktu "Urtagarðsbókina" fyri ársskiftið 2022, har hann stóð fyri tí fakliga tekstinum í bókini.

 

Búgvi Róin byrjar í starvinum hjá Vága kommunu mánadagin hin 19. juni.