Búgva vit bæði í sama landi Annika Olsen?

24 januar 2013 var eg vitni til eitt skelkandi dømi um politiska arrogansu og ignoransu.

 

Tað var tá Annika Olsen landstýriskvinna í almannamálum í sjónvarpinum segði sína hugsan um ein part av eldraøkinum, nevniliga tørvin á røktarheimsplássum.

 

”Ikki fleiri røktarheimspláss - økið er væl útbygt” segði hon í sjónvarpi og bløðum.

 

Samstundis møti eg, hvønn tann einasta dag, dømi um tørv á røktarheimsplássum.

 

Hesi dømini eru ikki um fólk sum kunnu hjálpast heima ,sjálvt við maksimalari heimahjálp.

 

Hetta eru fólk sum verða passaði av sínari familju 24 tímar um samdøgurið.

 

Kunnu tey hjálpast við øktari heimahjálp? – Nei!

 

Yndlingsfrasan hjá Anniku er: ”Ja tað mugu okur so hyggja uppá" ”Nú mugu okur síggja um tey ikki kunnu hjálpast við ”rehabilitering ” (85 ár og eldri !!) og meira heimahjálp”

 

Er tað veruliga ikki gingið upp fyri Anniku, at heimahjálp er ikki til at fáa, og at játtanin ikki verður økt so tað munar nakað?

 

Hvønn dag –og eg meini hvønn tann einasta dag - so klaga fólk um at tey onga heimahjálp fáa.

 

Eitt dømi: 89 ára gomul kona, sum í mong ár passaði sín sjúka mann 24 tíma um samdøgurið, biður nú um heimahjálp, tí hon er so ússalig.

Hon kann ikki fáa ein hálvan tíma um dagin.

 

Eitt annað dømi: Demenssjúklingur sum famljan hevur ábyrgd av 24 tímar um samdøgurið. Søkt verður um heimahjálp.

Fær játtað ½ tíma dagliga.

 

Eitt triðja dømi: 77 ára gomul kona ,sum hevur passað sjúka bróðurin í 33 ár, biður um at hann kann sleppa til umlætting.

Onki pláss!!

Fekk játtað heimahjálp 15 minuttir um vikuna at hjálpa honum í brúsu!

 

Politikarar eru í løtuni við at detta um beinini á hvørjum øðrum í skundani eftir at niðurleggja røktarheimspláss og sambýlispláss .

 

Allir eru teir offur fyri mytuni um at flest øll vilja vera sum longst í egnum heimi.

 

Hetta er ikki so.

 

Jú nógv, sum eru væl fyri, vilja vera heima sum longst,men hetta eru  aloftast fólk, sum hava familjuna rundan um seg.

 

Sera nógv gomul eru einsamøll og hava eina trista tilveru,og vitjan av heimahjálp, um tað so er tríggjar ferðir um dagin ,kann aldrin erstatta samveruna við onnur, sum ein jú fær á einum búplássi.

 

Ofta eru tey gomlu bangin fyri at okkurt kann henda teimum meðan tey eru einsamøll.

 

Á røktarheimum og sambýlum kenna tey seg tryggan í vitanini um at hjálp altíð er til handa.

 

Annika tosar so nógv um eitt dømi um røktarsjúkling sum ikki sleppur á røktarheim tí hann býr í skeivari kommunu.

 

Nei Annika hann býr ikki í skeivari kommunu, men í skeivum landi, har Annika Olsen er sosialministari!

 

At tveir føroyingar –Annika Olsen og Signar Dam- kunnu síggja so ymiskt uppá sama veruleika, er mestsum ófatuligt.

 

Kanska liggur frágeiðingin  í tí, at undirritaði hevur havt hesi problemini inni á lívinum í 40 ár og at Annika hevur sitið sum almannaráðskvinna í tvey ár, og at hon heldur at: ” Den som vorherre giver embetet giver han også forstanden ”

 

Annars vildi P. M. Dam vent sær í grøvini um hann visti at ein fólkaflokkskvinna situr sum ” ministari fyri neyð og elendigheit ” sum Óli Breckmann so smagfult segði tað. Eitt hugtak sum hevur ein óhugnaligan aktualitet í dag.

 

Annika! Onki kann rættvísgera tín holdning til henda velduga trupulleika.

 

Tú metir ikki at tørvur er á fleiri røktarheimsplássum. Eg veit at tørvurin er har og at hann verður størri alt eftirsum fleiri gerast heilt gomul og røktartørvandi.

 

Signar P. Dam,

kommunulækni