Meðan okur, sum hava okkara samband við umheimin umvegis Suðuroyarfjørð, í løtuni við Herjólfi III, dag um dag hoyra um, at loysnin við Herjólfi III "er nøktandi", "ikki so galin", "at liva við" og so framvegis - so varð av Løgtingsins røðarapalli í dag tosað við stórum bókstavum: "Nú hava vit bíðað nokk!" (minnist ikki at hava hoyrt hasar røddirnar frammi í samband við avloysaraskipið á Suðuroyarleiðini nú Smyril er í dokk!?) -Og tað sum "tey" hava bíðað nokk eftir er, at tað verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Minnið er ómetaliga stutt, kanska blandað við einum tilvitaðum fortrongilsi av hvussu støðan var => bíðirøðir við Oyragjógv, avmarkað túratal um Vestmannasund, ferðaseðil pr. bil og ferðaseðil pr. persón. Sama skilið úr Vestmanna vestur í Vágar og um Leirvíksfjørð bæði til og úr Klaksvík.
Øll hava tørv á og ynski um gott samband og góða farleið - um gott vegasamband, berghol og undirsjóvartunlar. Fyrr vóru oyggjarnar bundnir saman við ferjusambandi - og samhaldsfasta loysnin var eina ferð 80 kr. pr. persón um Suðuroyarfjørð og 40 kr. pr. persón á styttri leiðunum (Skopunarfjørð, Vestmannasund, Leirvíksfjørð).
Tá "róðu okur í felag" - og eg haldi, at tíðin er búgvin til at okur í hesum lítla landinum aftur fara at finna útav at "rógva í felag", tá umræður infrakervið, sum bindur okkum øll saman !